Privatpolitikkur

Privatpolitikkur

galdandi fyri einhvønn, sum arbeiðir við gr8pi.com

Inngangur

Great People Inside Pte. Ltd., og greinir tess viðurkenna týdningin av at tryggja og verja eitthvørt slag av dátum, sum eru komin vegar við tíni nýtslu av gr8pi.com, umframt av tess skyldum produktum, tænastum og øðrum virkisføri.

Hesin politikkur tekur við, har vit arbeiða sum dátuviðgeri (Data Processor) við tínum persónligu dátum; v.ø.o. har vit ikki hava ræði á nýtslu og ætlan við viðgerðini av tínum persónligu dátum. Um hesin privatpolitikkur verður lagdur fyri tær á øðrum máli enn enskum, skalt tú vita, at enski frumteksturin er tann galdandi, um einhvør ósemja tekur seg upp.

Vit leggja dent á at verja tíni privatviðurskifti, og tí gera vit alt fyri at varðveita tín integritet, títt privatlív og tína trygd viðv. tínum dátum, vísandi til privatpolitikkin umframt at vit stremba eftir at veita tær størsta gjøgnumskygni og innlit.

1. Nakrar fáar allýsingar

gr8pi.com er cloud-grundaða skipanin og harumframt atknýtt produkt, tænastur og onnur virkisføri, sum finnast á www.gr8pi.com. Skipanin er fult og heilt ogn hjá dátuviðgera (Data Processor). Dátuevni (Data Subject) brúka gr8pi.com at fullføra, t.d. meting/-ar og/ella kanning/-ar, meðan dátueftirlitsfólk (Data Controller) brúka gr8pi.com til at savna inn tínar dátur og viðgera tey til úrslit.

Datueftirlitsfólk (Data Controller) er tann eindin, sum hevur skil á tínum dátum og ger av nýtslu og ætlan við viðgerðini. Dátueftirlitsfólkið er tann eindin, sum bjóðar tær til eina meting ella at vera við í eini kanning umvegis gr8pi.com. Soleiðis er dátueftirlitsfólkið vanliga, men ikki avmarkað til, ein útbúgvingarstovnur, ein møguligur arbeiðsgevari, ein útveganarfyritøka, ein verandi arbeiðsgevari ella ein triðipartur, t.d. í setanartilgongdum ella í eini persónsmenskumenningartilgongd. Vanliga er dátueftirlitsfólkið eisini tann eindin, sum brúkar úrslitini í innanhýsis tilgongdunum og í flestu førum er bara eitt dátueftirlitsfólk. Dátueftirlitsfólkið er vanliga beinleiðis ella óbeinleiðis kundi hjá dátuviðgera.

Dátuviðgeri (Data processor) er Great People Inside Pte. Ltd., 160 Robinson Road, #14-04 Singapore Business Federation Centre, Singapore 068914, fyritøkuskrásetingarnummar 201615955N, og deildir tess. Tað er gr8pi.com-algoritman hjá dátuviðgera, sum vegna dátviðgera handfer dátur frá metingum og kanningum til úrslit. Dátuviðgeri er skrásettur í lýðveldinum Singapore og kunnger, at vilja viðgera øll tínar dátur í samsvar við krøvini í alment brúktari dátuverjulóggávu (Data Protection Legislation) í nýtslu og vil vera bundin av General Data Protection Regulation (GDPR) í ES. Hóast øll dátuviðgerð fer fram í Europasamveldinum, tí servararnir, sum koyra gr8pi.com og gera trygdaravrit eru hýstir av Hetzner Online GmbH, Gunzenhausen, Germany, í samsvari við sáttmála í gildi (36) av GDPR, hevur Great People Inside Pte. Ltd. sum undirviðgeri víst á GR8 Research & Development S.R.L., 35 Mirăslău Street, Braşov, Romania, skrásett í handilsskrásetingarstovninum við nummari J08/915/17.07.2002, Tax ID RO14758235.

Dátuevni (Data Subject) er tú; persónurin, sum letur dáta við at brúka gr8pi.com-skipanina. Vanliga letur tú dáta við at fullføra eina meting ella kanning. Dátuevni eru vanliga, men ikki avmarkað til, umsøkjarar, starvsfólk ella lesandi, og vanliga eisini persónar, sum arbeiða (vanliga í HR) við ella fyri eitt dátueftirlitsfólk.

Tínar dátur eru tey dáta, sum eru innsavnað og goymd í gr8pi.com av dátueftirlitsfólkinum. Tínar dátur kunnu býtast í fýra ymiskar bólkar, allir við sambandi til tín:

  • Samband við teg (t.d. navn, t-postur, mál, kyn og onnur persónlig dáta)
    • Hesa dátur eru til samskiftisnýtslu, serliga umvegis gr8pi.com.
  • Tíni fólkafrøðiligu eyðkenni (t.d. aldur, útbúgving o.s.fr.)
    • Hesi dáta eru til granskingarnýtslu.
  • Tíni svar í meting(um) og/ella kanning(um), sum tú hevur fullført.
    • Hesi dáta vera viðgjørd til úrslit av dátueftirlitsfólki í teirra starvsfólkatilgongd/-um. Hesi dáta eru skilaleys til tey vegna dáteftirlitsfólkið hava verið viðgjørd av dátuviðgera.
  • Øll ikki-viðbrekin notat, sum dátaeftirlitsfólkið hevur tikið og sum eru viðkomandi fyri ta/tær tilgongd/-ir, sum tú ert partur av.
    • Henda vitan er vanliga, men ikki avmarkað til, notur hjá dátueftirlitsfólki, sum t.d. hvat starv tú søkir, hvør/-jar bygnaðarlig/-ar eind/-ir er/-u viðkomandi, leitimerki o.a.

Øll dáta, sum kunnu knýtast at tær, eru vard og tryggjað vísandi til hendan privatpolitikk og trygdarmát og mannagongdir hjá dátuviðgera.

Úrslit eru tulkingarnar av tínum metingar- ella kanningardátum, sum tær eru eftir viðgerð av gr8pi.com-algoritmuni. Tínar metingar- ella kanningardátur eru viðgjørdar av dátuviðgerðaralgoritmunum vegna dátueftirlitsfólkið, og tey verða vanliga løgd fyri dátueftirlitsfólkið sum standardrapportir. Úrslit kunnu eisini verða latin til ella flutt av dátueftirlitsfólki í øðrum snið, t.d. um gr8pi.com er bygt saman við egnu skipan dátueftirlitsfólksins. Úrslit verða vanliga brúkt í starvsfólkatilgongdum hjá dáteftirlitsfólkinum; t.d.setanartilgongdum, persónsmenskumenning o.s.fr.

2. Partnarar og triðipartar hjá dátuviðgerða

Dátuviðgerðarpartnarar (Data Processor Partners) ("Partnarar") eru t.d., men ikki avmarkaðir til, undirveitarar hjá dátuviðgera; seljarar, support og veitingarvegir; handils og/ella sáttmálapartar. Triðipartar ("Triðipartar") eru einhvør onnur eind enn dátuviðgeri og hansara partnarar.

3. Handfaring av tínum dáta

Øll informatión, sum er samskift, skrásett, latin, savnað saman ella sligin inn í gr8pi.com, verður goymd í gr8pi.com.

Dátuviðgerði strembar eftir at tryggja, at einihvørjar dátur, sum eru savnaðar og goymdar, eru viðkomandi, dagførdar og ikki óneyðuga umfatandi í mun til tørvin hjá dátueftirlitsfólkinum. Einhvør informatión, sum ikki er beinleiðis knýtt at tínum veruliga samleika, verður ikki roknað at vera tínar dátur.

Dátuviðgerði kann eisini sjálvvirkin savna dátur við gr8pi.com-vevsíðutøknini, øðrum vevsíðum ella skipanum, ella fáa dátur frá t.d. greiningum ella útbjóðarum av søkiúrslitum, gjaldstænastum o.s.fr., og frá partnarum og triðjaparti. Vanliga eru slíkar dátur dulnevndar og tær verða t.d. brúktar til at fáa sum mest burturúr tínum álinjuupplivingum. Kortini so, at um slíkar dátur kunnu knýtast at tær, verða tær roknaðar at vera tínar dátur og tær verða viðgjørdar sum so. Dátuviðgeri kann brúka slíkar dátur saman við tínum dátum.

Tínar dátur eru kanska ikki goymdar og/ella viðgjørdar í tínum egna landi ella tær eru fluttar og fylgjandi goymdar og/ella handfarnar í øðrum landi. Megingrundin til hetta er, at KT-undirstøðukervið hjá dátuviðgera – ella tess KT-undirstøðukervisveitarum – kunnu hava servarar í fleiri ymiskum londum. Haraftrat kann tað t.d. fyri at fáa tænastur frá altjóða dátueftirlitsfólki, verða neyðugt at flyta, goyma og/ella viðgera tínar dátur í øðrum landi enn tínum egna, soleiðis eisini við lógum og reglum.

Um tínar dátur verða goymdar í londum uttanfyri Europasamveldið, sum ikki eru skipað eftir GDPR (General Data Protection Regulation), arbeiðir dátuviðgeri kortini eftir hesum ES-reglum. Kortini er ikki vist, at dátueftirlitsfólkið ger tað og er ivi um hetta, so leggja vit dent á, at tú vendir tær til dátueftirlitsfólkið fyri at fáa greiður á hesum, áðrenn tú letur gr8pi.com nakrar dátur.

4. Tíni rættindi og hvussu tú brúkar tey

Sum dátuevni hevur tú rætt til:

  • At síggja tínar kontaktdátur og fólkalívsfrøðiligu eyðkenni, og rætta tær, um tær ikki eru rættar.
  • At síggja tíni úrslit; vanliga verða úrslitini send tær, uttan at tú skalt spyrja eftir teimum.
  • At vita, hvussu úrslitini verða brúkt og av hvørjum dátueftirlitsfólki.
  • At vita, hvar tínar dátur verða viðgjørdar og goymdar.
  • At fáa tínar dátur heilt ella partvís strikaðar.

Tú brúkar tíni rættindi við at seta teg í samband við dátueftirlitsfólkið ella umvegis tína gr8pi.com-konto (um hon er tøk). Tú fær samband við dátueftirlitsfólkið við at brúka givna samskiftið millum teg og dátueftirlitsfólkið; t.d. i t-postinum, sum tú fekk, tá ið tú fekk innbjóðingina ella tá ið tú sjálvskrásetti teg fyri at gera eina meting ella vera við í eini kanning.

Í øðrum lagi kann tú senda umbøn til dátuverjustarvsfólkið hjá tínum egna dátuviðgera (Data Processor Data Protection Officer), sum tú finnur á www.greatpeopleinside.com/contact, ella beinleiðis til dátuviðgera við at senda t-post til [email protected]. Tú skalt senda umbønina í t-posti og í henni skal vera:

  • Fult navn
  • Navn á dátueftirlitsfólki
  • Tín/-ir fyrispurningur/-ar

Í hesum føri verður tín umbøn framsend til dátueftirlitsfólkið, tí tað er viðkomandi, sum hevur ábyrgd av at handfara tínar dátur. Tú kann rokna við, at viðgerðin av tíni umbøn tekur longri tíð, um tú ikki sendir hana beinleiðis til dátueftirlitsfólkið. T-postadressan, sum tú brúkar at senda við, má vera tann sama, sum gr8pi.com og tú hava brúkt til tína skráseting í skipanini. Brúkar tú ikki somu t-postadressu, verður tín umbøn ikki viðgjørd. Hetta fyrivarni er tikið fyri at forða fyri, at onnur senda inn umbønir í tínum navni.

Gev gætur, at metingarúrslit (assessment result) vanliga verða send tær av dátueftirlitsfólkinum uttan at tú skal biðja um tey. Rapportir eru orðaðar á vanligum gerandismáli.

Tá ið tú er við í eini kanning (survey), vilt tú sum oftast geva afturmelding til ein annan persón. Tí eru úrslitini vend til tann peronin og ikki til tín. Tí fær tú vanliga einki at vita um tey úrslitini, uttan so, at tú er málpersónurin.

5. Soleiðis virkar ein striking

Tú kann biða um fulla ella partvísa striking av tínum dátum nær tað skal vera eftir 90 dagar eftir at tú hevur latið tey. Fyrstu 90 dagarnar hevur dátueftirlitsfólkið rætt at brúka tínar dátur. Tú umbiðir fulla ella partvísa striking við at venda tær til dátueftilitsfólkið. Harumframt kann dátueftirlitsfólkið fult ella partvíst strika tínar dátur, nær tað skal vera.

At strika fult út merkir, at tínar samskiftisdátur verða varandi strikaðar. So kanst tú ikki longur verða eyðmerkt/-ur og tíni fólkafrøðiligu eyðkenni og metingar og/ella kanningar kunnu ikki setast í samband við teg. Tú ert við øðrum orðum heilt navnleys/-ur. Tíni navnleysu fólkafrøðiligu eyðkenni og tín/-ar meting/-ar og/ella tíni kanningardáta kunnu framhaldandi verða brúkt til gransking og til hagfrøði o.s.fr. og kunnu á tann hátt verða brúkt til úrslit, sum dátueftirlitsfólkið framleiðir.

Ein partvís striking merkir at t.d. títt tilknýti til eina ávísa meting ella kanning er varandi strikað. Í hesum føri verða tíni samskiftisdáta varðveidd, meðan strikaða metingin ella kanningin ikki longur kann setast í samband við teg. Um tú t.d. hevur fullført tvær ymiskar metingar, so kann tú ella dátueftirlitsfólkið biðja um at fáa aðra strikaða og hin verður varðveidd.

Tá ein meting/kanning er strikað, ber ikki til at venda aftur. Tað merkir, at um tú angrar eina partvísa striking av t.d. eini meting, so mást tú svara einaferð aftrat fyri at leggja dátur inn aftur.

Gev gætur, at um tú hevur fullført metingar við ymiskum dátueftirlitsfólkum – um tú t.d. hevur søkt størv í tveimum ymiskum fyritøkum og tú hevur fullført metingar í báðum – mást tú senda umbøn/-ir um at verða strikað/-ur til bæði dátueftirlitsfólkini. Tú skalt eisini vita, at hóast tínar dátur eru strikaðar og dátueftirlitsfólkið ikki fær fatur á teimum, so kunnu tær framhaldandi liggja á einari ella fleiri trygdarskipanum. Tínar dátur eru ikki heilt strikað fyrr enn øll trygdaravrit hava verið gjøgnum øll trygdarumfør.

Vanliga kann dátueftirlitsfólkið varðveita og brúka tínar dátur so leingi, sum tú ert ein partur av teirra tilgongd/-um. Hinvegin, um tú er eitt starvsfólk ella um tú arbeiðir við ella fyri dátueftirlitsfólkið, vil dátueftirlitsfólkið varðveita og brúka tínar dátur so leingi sum tykkara samband varir. Tó hevur tú altíð rættin at biðja um fulla ella partvísa striking 90 dagar eftir at tú hevur latið tínar dátur.

6. Handfaring av úrslitum

Dátuviðgeri virkjar dátueftirlitsfólkið at fáa úrslit úr tínum dátum. Úrslit verða ikki goymd á gr8pi.com, men verða latin beinleiðis til dátueftirlitsfólkið.

Úrslit vera vanliga latin dátueftirlitsfólki í rapportum (.pdf-filum), men tað kann koma fyri, at dátueftirlitsfólkið flytir úrslit úr skipanini – t.d. tá ið gr8pi.com er integreraður partur av tí/teimum starvsfólkaskipan(um), sum dátueftirlitsfólkið brúkar – til framhaldandi viðgerð uttanfyri gr8pi.com.

Dátueftirlitsfólkið hevur skyldu at viðgera úrslitini sambært galdandi lógum og reglum.

7. Tínar dátur og úrslitini

Dátuviðgeri goymir tínar dátur til tær eru partvís ella fult strikaðar, og dátueftirlitsfólkið kann viðgera úrslit so leingi tær eru tøkar hjá dátuviðgera. Tað er dátueftirlitsfólkið, sum ger av, um tínar dátur eru viðkomandi og hvussu úrslitini verða brúkt í teirra starvsfólkatilgongd/-um. Dátuviðgeri hevur skrivaðar vegleiðingar til dátuviðgerar um hetta. Um tú hevur spurningar hesum viðkomandi skalt tú seta teg í samband við dátuverjustarvsfólkið hjá tínum egna dátuviðgera (Data Processor Data Protection Officer), sum tú finnur á www.greatpeopleinside.com/contact, ella beinleiðis til dátuviðgera við at senda t-post til[email protected].

8. Annað

Tíni fólkafrøðiligu eyðkenni, tínar metingar- og kanningardátur og úrslit kunnu verða brúktar av dátuviðgera til hagfrøðilig og/ella granskingarendamál og til strembanina hjá dátuviðgera at halda gr8pi.com trygt og vart. I einum slíkum føri verða dátur kortini bara brúktar ónevndar, soleiðis at tær ikki kunnu setast í samband við tín samleika.

Tín kontaktinformatión kann verða brúkt av dátueftirlitsfólkinum. Hon kann eisini verða brúkt av dátuviðgera og partnarum sum lýst í parti 11.

Dátuviðgeri og/ella partnarar kunnu hava beinleiðis ella óbeinleiðis atgongd til allar ella summar av tínum dátum og/ella úrslit tá ið teir veita tænastu og support til dátueftirlitsfólk. Dátuviðgerðar og/ella partnarar brúka kortini ikki tínar dátur og/ella úrslit til nakað annað enn at veita tænastu og support til dátueftirlitsfólk og teir goyma eingi úrslit í samband við hetta.

Bara um dátur eru ónavngivnar vil dátuviðgeri lata tær ella úrslit víðari til triðjapart uttan so, at hetta er kravt av rættarhandhevjandi stovnum ella við lóg; til dátuviðgerðarmillumliðir samb. hesum privatpolitikki; ella fyri at verja dátuviðgera og arbeiðsøki, rættindi og ognir. Í einihvørjari slíkari støðu vil dátaviðgeri kunna teg í tí t-posti, sum tú er skrásett/-ur við.

At enda, um dátuviðgeri verður seldur ella á annan hátt verður handaður til aðra eind, kunnu tínar dátur verða fluttar yvir í ta eindina. Í einihvørjari slíkari støðu vil dátaviðgeri kunna teg í tí t-posti, sum tú er skrásett/-ur við.

9. Verja av tínum dátum

Dátuviðgeri fylgir almennu GDPR (General Data Protection Regulation) í ES, sum var sett í verk 25. mai 2018, og hevur skrivaðar mannagongdir og skjalfesting, sum stuðla hesum. Dátuevni og dátueftirlitsfólk kunnu fáa meiri kunning við at venda sær til dátuverjustarvsfólkið hjá tínum egna dátuviðgera (Data Processor Data Protection Officer), sum tú finnur á www.greatæreopleinside.com/contact, ella beinleiðis til dátuviðgera við at senda t-post til [email protected]

Dátuverja og trygd eru av allarstørsta týdningi fyri dátuviðgera, og vit taka øll neyðug stig at forða fyri óheimilaðari atgongd ella manipulatión av tínum dáta, sum grundleggjandi eru vard soleiðis:

  • Títt loyniorð verður ikki goymt sum greiður tekstur.
  • Tínar metingar og/ella kanningar eru skilaleysar í óviðgjørdum líki.
  • Avrit (backup) av tínum dátum eru umskrivað til dulsmál.
  • Tínar dátur kunnu gerast ónevndar, soleiðis at úrslit ikki longur kunnu verða sett í samband við teg.
  • Álinjuflutningurin av tínum dátum fer gjøgnum trygg sambond fyri at verja tær fyri manipulatión og/ella óheimilaðari atgongd. Dátuviðgeri og dátueftirlitsfólk kunnu tó ikki veita trygd fyri at samskifti um internetið (t.d., men ikki avmarkað til, t-postsamskifti, ella at sláa inn informatión í gr8pi.com) er trygt. Soleiðis er allur flutningur fyri egna ábyrgd. Tú hjálpir strembanini hjá dátuverja at tryggja og verja dátur við at fylgja hesum einføldu gr8pi.com-reglum:
    • Lat ikki og skriva ikki inn óheimilaðar ella manipuleraðar dátur, information ella samskifti.
    • Savna ikki (ella royn at savna) innihald ella informatión, sum umfatar onnur dátuevni, og ger teg ikki inn á persónlig rættindi hjá øðrum ella inn á kontur og/ella informatión hjá øðrum.
    • Send ikki upp (ella royn at senda upp) virus ella illbúnað.
    • Ger onga gerð, sum kann ella vil ávirka virkisførið og/ella útsjónd av skipanini.
    • Ovbyrja ikki gr8pi.com (t.d., men ikki avmarkað til "Denial-of-service-álop"), ella ávirka produkt, tænastur ella aðrar funkur, sum gr8pi.com bjóðar.
    • Stuðla ella eggja ikki til ágang móti politikkum, meginreglum, vegleiðingum o.s.fr. hjá dátuviðgera.

Tínar dátur verða handfarnar í trúnaði av dátueftirlitsfólki og dátuviðgera samsvarandi GDPR (General Data Protection Regulation) hjá í ES og/ella lokalum lógum og reglum.

Dátuviðgeri ger ætlaðar álopskanningar og trygdargrannskoðanir (innanhýsis og/ella uttanhýsis) fyri at varðveita eitt høgt trygdarstøði og eina høga dátuverju. Harumframt bjóðar dátuviðgeri trygdarávaringarvegleiðingar og support til dátueftirlitsfólk. Fyri at eggja til eitt høgt støði av trygd og dátuverju, eru slíkar vegleiðingar og/ella slík support ókeypis. Starvsfólk hjá dátuviðgera fáa innanhýsis trygdar- og dátuverjuvenjing samsvarandi teirra leiklutum.

10. Dátu- ella trygdarbrot

Um trygdarbrot kemur fyri – t.d. men ikki avmarkað til innbrot (hacking) av gr8pi.com – vil dátuviðgeri gera alt, sum gerast kann, fyri skjótast gjørligt at umvæla brotið og endurskapa trygt virksemi.

Um trygdarbrot elvir til dátubrot, vil dátuviðgeri kunna dátueftirlitsstarvsfólkið um brotið, vavið og, hvønn tað ávirkar, soleiðis at dátueftirlitsstarvsfólkið kann kunna t.d. dátuevni, myndugleikar o.s.fr. og annars at kann gera alt, sum til ber, fyri at leggja upp fyri brotinum.

11. Samskifti

Ert tú eitt dátuevni (Data Subject) við eini atkomiligari gr8pi.com-konto, kunnu dátuviðgeri (Data Processor) og/ella partnarar tess seta seg í samband við teg við tíni skrásettu t-postadressu treytað av tínum innstillingum. Heldur tú fram at fáa kunning frá einum partnara eftir at tú hevur meldað frá og broytt tínar viðkomandi samskiftisstillignarnar, so er tað sannlíkt, at partnarin ikki hevur skrásett tína umbøn. Um so er, skalt tú seta teg í samband við partnaran beinleiðis ella seta teg í samband við [email protected], sum so vil taka sær av tínum fyrispurningi.

Dátuviðgeri kann t.d. seta seg í samband við teg

  • Fyri at geva tær boð um broytingar ella dagføringar, og fyri at svara uppá tínar umbønir, fyrispurningar o.s.fr.
  • Fyri at gera innanhýsis uppgávur, so sum at finna brek, gera dátugreining, at testa, gera hagtøl, gera kanningar o.s.fr.
  • Við handils- og granskingarendamáli fyri eyga og fyri at bøta um/menna skipanina (gr8pi.com), produkt og tænastur.
  • Um onnur evni, um tú í tínum innstillingum hevur givið loyvi til tess.

Gev vinarlig gætur, at um tú ikki vilt hava samskifti við dátuviðgera og/ella partnara, so kanst tú kortini fáa viðkomandi kunning viðv. tínum dátum og um, hvussu tín nýtsla av gr8pi.com er. Hinvegin, um tú biður um eina fulla striking, so verður tú ikki longur partur av nøkrum slag av samskifti frá dátuviðgera ella partnara, tá ið strikanin er sett í verk.

12. Farspor (cookies)

Eitt farspor er eitt lítið petti av ritbúnaði/dátu, sum verður sent úr gr8pi.com og lagt í kagan/telduna hjá tær. Farspor verða m.a. brúkt til at samskifta aktivitetin í tínum kaga. Við varni kanst tú strika og/ella óvirkja farspor í tínum kaga. Gev tó gætur, at um tú ger so, so kanst tú avmarka tína egnu álinjuuppliving og/ella virkisføri í gr8pi.com.

Teknisk farspor – men ikki slóðandi farspor – verða brúkt av gr8pi.com, tí tey eru neyðug fyri at kunna varðveita fult virkisføri av gr8pi.com og tess tænastum. Tá ið tú brúkar gr8pi.com góðtekur tú nýtsluna av farsporum og innsavningina og nýtsluna av slíkum farsporum. Klik her fyri at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir farsporini, sum gr8pi.com brúkar.

13. Triðjupartar

Gr8pi.com kann hava leinki og/ella veita produkt, tænastur og/ella virkisføri úr øðrum skipanum ella frá veitarum, sum eru undir eftirliti av, eru ogn og/ella eru riknir av triðjapartum. Dátuviðgeri og dátueftirlitsfólk hevur á ongan hátt ábyrgd av viðurskiftum í samband við slíkar triðjapartsskipanir, produkt, tænastur og/ella virkisføri. Tú viðurkennir, at viðskiftatreytir, privatpolitikkur o.s.fr. hjá slíkum triðjapartum stýra nýtsluna av triðjapartsskipanum ella -útvegarum. Leinki ella tilvísingar til nakran triðjapart innihalda ikki nakra góðkenning frá dátuviðgera ella dátueftirlitsfólki av slíkum skipanum ella teirra útvegarum. Tú brúkar einahvørja triðjapartsvevsíðu ella eitthvørt innihald fyri egna ábyrgd.

14. Broytingar í privatpolitikkinum

Dátuviðgeri tryggjar sær rætt at betra ella broyta privatpolitikkin nær tað skal vera og uttan ávaring. Tann til eina og hvørja tíð galdandi privatpolitikkurin er tøkur fyri og eftir at tú slær dáta inn í gr8pi.com.

15. Ábyrgd

Øll beinleiðis ella óbeinleiðis ábyrgd, ið tekur seg upp úr beinleiðis ella óbeinleiðis nýtsluni hjá dátueftirlitsfólkinum av tínum dátum, verður kveistrað til viks av dátuviðgera.

16. Spurningar og ekki

Um tú hevur ekka ella spurningar viðv. hesum privatpolitikki, kanst tú venda tær til dátuverjustarvsfólkið hjá tínum egna dátuviðgera (Data Processor Data Protection Officer), sum tú finnur á www.greatpeopleinside.com/contact, ella til [email protected].

YVIRLIT YVIR FARSPOR (COOKIES) 

ORIGIN NAME TYPE LIFESPAN DETAILS
Data Processor SESSSION First-party Session End of browser session
Google Analytics _ga Third-party Persistent 2 years
Google Analytics _utma Third-party Persistent 2 years from set/update
Google Analytics _utmt Third-party Persistent 10 minutes
Google Analytics _utmb Third-party Persistent 30 minutes from set/update
Google Analytics _utmc Third-party Persistent End of browser session
Google Analytics _utmz Third-party Persistent 6 months from set/update
Google Analytics _utmv Third-party Persistent 2 years from set/update
TrackJS TrackJS Third-Party Session End of browser session