Svarpersónviðskiftatreytir

Viðskiftatreytir

galdandi fyri svarpersónar í gr8pi.com-metingum og -kanningum

Inngangur

Tú er á veg at fara inn í og at brúka gr8pi.com, og at geva dátur við at fullføra eina meting, vera við í eini kanning ella líknandi. Tú gert helst hetta, tí at tú er umsøkjari til eitt starv, starvsfólk, lesandi o.s.fr. og tú verður víst/-ur til sum "dátuevni" í hesum og øðrum skjølum. Fyritøkan ella organisatiónin, sum savnar, brúkar og umsitir tínar dátur, er vanliga ein møguligur framtíðar ella verandi arbeiðsgevari, ein útveganarfyritøka, útbúgvingarstovnur o.s.fr., sum víst verður til sum "dátueftirlitsfólk" (Data Controller). Great People Inside Pte. Ltd. viðger tínar dátur vegna dátueftirlitsfólkið og Great People Inside Pte. Ltd. verður víst til sum "dátuviðgerðin" (Data Processor).

Tað er ikki neyðugt, at tú góðtekur hesar viðskiftatreytir, men tær eru kravdar, um tú vilt fullføra eina meting ella eina kanning. Tú kann kortini bara góðtaka hesar viðskiftatreytir, um tú er nóg gamal, ella um tú hevur fingið loyvi frá tínum foreldrum ella verja. Tú verður biðin at góðtaka viðskiftatreytirnar hvørja ferð, tú fer inn í gr8pi.com. Dátuviðgeri kann av og á broyta viðskiftatreytirnar uttan ávaring, men tú ert bara bundin av teimum viðskiftatreytum, sum tú góðtekur. Um hesin privatpolitikkur verður lagdur fyri tær á øðrum máli enn enskum, skalt tú vita, at enski frumteksturin er tann galdandi, um einhvør ósemja tekur seg upp.

Privatpolitikkur

Privatpolitikkurin er ein týðandi partur av at tryggja og verja tínar dátur. Vit viðmæla tær tí at kunna teg væl um privatpolitikkin umframt at lesa hesar viðskiftatreytir.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at kanna samskiftisinformatiónina, fólkafrøðiligu dáturnar og líknandi, og tú hevur rætt til at rætta tær, um okkurt er skeivt. Tú hevur eisini rætt til at fáa at vita, hvussu tær dátur, sum tú lat inn, tá ið tú svaraði eini meting ella eini kanning, verða brúktar, og til at vita, hvørji úrslit eru komin burturúr hesum dátum. At enda hevur tú rætt til at einarhvørjar av tínum dátum verða annaðhvørt fult ella partvíst strikaðar í seinasta lagi 90 dagar eftir at tú hevur sligið tær inn í gr8pi.com. Tú fremur tín rætt við at seta teg í samband við dátueftirlitsfólkið. Kontaktinformatiónin hjá dátueftirlitsfólkinum hevur verið víst tær á skíggjanum og var send til tína t-postadressu, áðrenn tú for inn í gr8pi.com.

Samskiftið við teg

Tú samtykkir, at dátueftirlitsfólkið kann seta seg í samband við teg umvegis gr8pi.com og aðrar miðlar, tá ið tað er neyðugt fyri ta/tær tilgongd/-ir, sum tú ert partur av. Tú samtykkir eisini, at dátuviðgeri, deildir og endurseljarar kunnu seta seg í samband við teg viðv. viðkomandi evni í samband við tínar dátur og gr8pi.com; sum meginreglu við t-posti, sum er sendur sjálvvirkandi av gr8pi.com. Um tú hevur eina tøka gr8pi.com-konto, kanst tú lesa privatpolitikkin fyri betri kunning um kunning og samskifti.

Av tí at tann t-postadressan, sum er skrásett hjá gr8pi.com, er tann ið verður brúkt til at samskifta við teg, skalt tú altíð syrgja fyri, at hon altíð er røtt og tøk hjá tær. Tað merkir, at um tú av eini ella aðrari orsøk broytir t-postadressu, so mást tú kunna dátueftirlitsfólkið ella rætta hana á tíni konto, um tú hevur atgongd til hana.

Nýtsla av tínum dátum og úrslitini, sum koma burturúr

Tú samtykkir, at dátueftirlitsfólkið hevur óavmarkaðan og ótreytaðan rætt at savna og viðgera dátur og at brúka tínar dátur og og tey úrslit, sum koma burturúr viðgerðini til ætlaða/-u endamálið/-ini. Ætlaða/-u endamálið/-ini og onnur týðandi kunning verða víst tær á skíggjanum og send tær áðrenn tú letur nakrar dátur til gr8pi.com.

Tú samtykkir eisini, at dátuviðgeri kann brúka tínar dátur til hagfrøðilig og/ella granskingarendamál í ónavngivnum sniði.

Nýtsla, goymsla og striking av tínum dátum

Tú samtykkir, at dátueftirlitsfólkið kann goyma, brúka og viðgera tínar dátur so leingi, sum tú er partur av tilgongd/-um, sum er/-u tær víst/-ar á skíggjanum og send/-ar tær í t-posti, áðrenn tú skrivaði teg inn í gr8pi.com. Vanliga vara slíkar tilgongdir minst 90 dagar, og tí samtykkir tú:

  • At tú nær tað skal vera kann biðja um, at tínar dátur verða fult ella partvís strikaðar. Dátureftirlitsfólkið hevur tó ikki skyldu at ganga slíkum ynski á møti, fyrr enn 90 dagar eru farnir.
  • Kortini kann dátueftirlitsfólkið strika allar ella partar av tínum dátum – eisini áðrenn 90 dagar eru farnir.
  • At tínar dátur, um tú sambært dátueftirlitsfólki er eitt starvsfólk, ella á annan hátt er partur av tilgongd saman við ella undir dáteftirlitsfólki, kunnu verða varðveiddar av dátueftirlitsfólki, so leingi tilgongdin heldur fram sambært dátueftirlitsfólki.

Tá ið tínar dátur eru strikaðar, sleppur dátueftirlitsfólkið ikki til tær aftur. Hóast tínar dátur eru strikaðar, so kunnu tær framhaldandi liggja á einari ella fleiri trygdarskipanum, og tí mást tú góðtaka, at tínar dátur ikki eru heilt strikað fyrr enn øll trygdaravrit hava verið gjøgnum øll trygdarumfør.

Trygd og ábyrgd

Tú samtykkir, at hvørki dátueftirlitsfólk ella dátuviðgeri á nakran hátt kann veita tær trygd fyri, at tú við at skriva tínar dátur inn í gr8pi.com vil røkka teimum málum, sum tú setir tær fyri, t.d. men ikki avmarkað til eitt starv, flyting í hægri starv, eina útbúgving o.s.fr. Tí góðtekur tú eisini, at einhvør beinleiðis ella óbeinleiðis ábyrgd av, at tú beinleiðis ella óbeinleiðis brúkar gr8pi.com, og at úrslit koma burturúr, verður avvíst av dátueftirlitsfólki og dátuviðgera.

Upphavsrættur

Dátuviðgeri er einkareigari av gr8pi.com. Dátuviðgeri og/ella tess uttanhýsis innihaldsveitarar eiga allar gr8pi.com-tekstir, -skipanardátur, -greinir, -ljósmyndir, -myndir, -álinjutænastur, -produkt, -algoritmur o.s.fr. og øll onnur informatión, innihald og virkisføri (felagsheiti: innihald) sum er á gr8pi.com. Lokalar, ES, og altjóða upphavsrættarlógir og avtalur verja gr8pi.com. Tú viðurkennir, at innhaldið er, og framhaldandi skal verða, einkarrættur hjá dátuviðgera og/ella útvegarum av innihaldinum. Tú kann ikki á nakran hátt margfalda, tillaga, yvirføra, luttaka í sølu ella flyting av, ella framleiða avleitt tilfar av nøkrum innihaldi; heilt ella partvís. Harumframt er nýtsla av innihaldi á einihvørjari aðrari vevsíðu ella skipan, íroknað at leinkja, at avmarka ella einhvør onnur teknisk loysn, ella á nakrari netknýttum telduumhvørvi, til eitthvørt endamál bannað uttan frammanundan at hava fingið skrivligt loyvi frá dátuviðgera.

Fyrivarni verður tikið fyri øllum rættindum.