Viðskiftatreytir
galdandi fyri gr8pi.com-kontobrúkarar
1. ALLÝSINGAR
- "Dáta/dátur" merkir samling av serstakari informatión viðv. persónligum ella tilfarsligum umstøðum, sum knýta seg til eitt ávist og/ella eyðmerkt dátuevni (persón). Hetta fevnir um, men er ikki avmarkað til, veruligt navn, bústað, t-post, telefonnummar, føðidag, mynd/-ir, video, metingar- og kanningardátur og/ella einihvørji onnur samskift, skrásett, latin ella innskrivað av einum dátuevni við nýtslu av gr8pi.com, tess tænastum, produktum og/ella øðrum virkisføri latið av GPIPL.
- "Dátueftirlitsfólk" (Data Controller) merkir tann løgfrøðiliga eindin, sum hevur ta gr8pi.com-skipanini, sum tú nýtir sum brúkari. Vanliga ert tú starvsfólk hjá dátueftirlitsfólkinum, ella eini eind, sum arbeiðir fyri ella saman við dátueftirlitsfólkinum.
- ** "Dátuevni"** (Data Subject) merkir tann eindin (vanliga ein umsøkjari, eitt starvsfólk ella ein lesandi) sum innskrivar ella letur dátur til gr8pi.com; (vanliga við at fullføra eina meting ella eina kannning).
- ** "GPIPL"** merkir Great People Inside Pte. Ltd., 160 Robinson Road, #14-04 Singapore Business Federation Centre, Singapore 068914, virkisskrásetingarnummar 201615955N og deildir tess. GPIPL hevur ment, eigur og hevur einkarrætt á gr8pi.com.
- "gr8pi.com" merkir allar kontur hjá dáteftirlitsfólkinum í gr8pi.com-skipanini, herundir verandi og framtíðar produkt, tænastur og virkisføri frá útvegara, sum eru latin til og brúkt av brúkarum hjá dátueftirlitsfólkinum. Gr8pi.com er ment einans til og er upphavsrættarlig ogn hjá GPIPL.
- ** "Útvegari"** (Provider) merkir tann eindin, sum útvegar dátueftirlitsfólkinum gr8pi.com-skipanina og/ella veitir dátueftirlitsfólkinum og tess brúkarum support.
- "Fulltrú" (Proxy) merkir einhvør eind, sum arbeiðir á gr8pi.com vegna ein brúkara ella ein brúkari, sum arbeiðir á gr8pi.com hjá eini aðrari eind vegna ta eindina.
- ** "Úrslit"** (Results) merkir eitthvørt slag av úrsliti ella vitan, t.d., men ikki avmarkað til, rapportir ella skorur, sum verða vístar ella latnar av gr8pi.com, ella verða tiknar niður ella á annan hátt útfluttar frá gr8pi.com, treytaleyst av hátti, miðli ella endamáli.
- "Brúkari" ella "tú" ( "User" ella "you") merkir ein og hvør persónur ella løgfrøðilig eind, ið hevur atgongd til og/ella brúkar gr8pi.com íroknað fulltrúir. Soleiðis eru øll, sum brúka gr8pi.com, brúkarar – tó undandikið dátuevni.
- Har tað ikki elvir til andsagnir, skulu øll orð í eintali eisini hava fleirtalsform og hinvegin, har slíkt gevur meining í samanhanginum.
2. GILDIÐ AV HESUM VIÐSKIFTATREYTUM
- Viðskiftatreytirnar eru galdandi fyri einhvønn brúkara, ið hevur atgongd til og brúkar gr8pi.com hjá dátueftirlitsfólki, og tær seta út treytirnar og viðurskiftini fyri at brúka skipanina.
3. TÍÐARLONGD FYRI OG BROYTINGAR AV VIÐSKIFTATREYTUNUM
- Viðskiftatreytirnar eru galdandi frá tí degi tú hevur góðtikið tær og til tær verða broyttar. Tú sleppur ikki framat at brúka gr8pi.com, um tú ikki hevur tikið undir við viðskiftatreytunum. Um tú tekur undir við teimum, góðtekur tú, at tú er løgfrøðiliga bundin av teimum og av einumhvørjum galdandi politikki.
- Um hesar viðskiftatreytir verða lagdar fyri tær á øðrum máli enn enskum, skalt tú vita, at enski frumteksturin er tann galdandi, um einhvør ósemja tekur seg upp.
- GPIPL tilskilar sær rætt til at broyta brúkaraviðskiftatreytirnar nær tað skal vera og uttan at boða frá áðrenn. Um brúkaraviðskiftatreytirnar verða broyttar (vanliga, men ikki avmarkað til, nýggjar ella broyttar gr8pi.com-hentleikar), verður tú mint/-ur á at taka undir við broyttu brúkaraviðskifta-treytunum næstu ferð tú skrivar teg inn. Tú skalt taka undir við broyttu brúkaraviðskiftatreytunum fyri at varðveita atgongina til gr8pi.com.
4. PRIVATPOLITIKKUR
- Privatpolitikkurin er tøkur til tín fyri og eftir at tú hevur skrivað teg inn í gr8pi.com. Privatpolitikkurin kann uttan ávaring verða broyttur eftir meting frá og av GPIPL. Um privatpolitikkurin verður broyttur, verður tú mint/-ur á at taka undir við broytta privatpolitikkinum næstu ferð, tú skrivar teg inn.
5. SÍNAMILLUM TRYGDIR
- Av tí at tú er brúkari, eru tínar dátur skrásettar í gr8pi.com; t.e. navn, t-postadressa, bústaður og hvat mál, tú helst vilt brúka. Tú hevur somu rættindi, sum onnur dátuevni – tað merkir, at tú hevur rætt til at kanna tínar dátur og at rætta tær, um tær eru skeivar. Tað merkir eisini, at tú hevur rætt at fáa tínar dátur strikaðar, og soleiðis at verða strikað/-ur sum brúkari av gr8pi.com. Dátueftirlitsfólkið kann eisini strika tínar dátur, um tú t.d. ikki longur arbeiðir fyri ella saman við dátureftirlitsfólkinum. Tú kann sjálv/-ur kanna og rætta tínar dátur við tínari gr8pi.com-brúkarakonto.
- T-postsamskifti er skrivligt samskifti, og tí er tað tín ábyrgd at góðkenna útvegara, GPIPL og viðkomandi gr8pi.com-URL/-ar í tíni/-um t-postskipan/-um, fyri at tryggja at boð verða latin og at tey koma fram til tíðina, úrslit verða send o.s.fr. Harumframt er tað tín ábyrgd, at tínar persónligu dátur í gr8pi.com altíð eru fullfíggjaðar og rættar.
- Av og á fer GPIPL at seta seg í samband við teg umvegis t-post ella á annan hátt, serliga við granskingar- og kanningarmálum fyri eyga. GPIPL og/ella útvegari kunnu eisini seta seg í samband við teg øðrum viðvíkjandi í samband við tínar gr8pi.com- ella brúkarakontosetingar.
- Tú kann bara brúka gr8pi.com í samsvari við tað, sum gr8pi.com er ætlað til og tú skalt vísa góðan og alment kendan metingar- og dátuatburð, og halda lóg og reglur.
6. MISNÝTSLA ELLA ÓREIÐILIGHEIT
- Um illgrunasom ella skipað misnýtsla ella misnýtsla tekur seg up, ella um dátuviðgerðarfólkið biður um tað, kann GPIPL enda, slíta, broyta ella avmarka tína atgongd til alt gr8pi.com ella partar av tí við fyribyrgjandi tiltøkum fyri eyga; uttan nakað slag av ábyrgd yvirhøvur. Um hetta ikki er umbiðið av dátueftirtisfólkinum, verða tú og dátueftirlitsfólkið kunnað um slík stig.
7. FULLTRÚ
- Ein fulltrú er einhvør persónur ella eind, sum hevur fingið loyvi frá dátueftirlitsfólki ella tær at arbeiða vegna teg. Fulltrúir eru vanliga givnar (av tær ella dátueftirlitsfólki) við support ella dátutrygd fyri eyga, og einhvør gerð, sum tín fulltrú fremur, er at rokna sum ein gerð framd av tær.
- Tá ið ein útvegari ella GPIPL veitir tær support í gr8pi.com, virka tey sum fulltrú vegna teg.
- Tá ið tú virkar sum fulltrú, mást tú gera tað í samsvari við eindina, sum tú hevur fulltrú fyri og í samsvar við tøkar lógir og reglur.
8. LOGG OG TRYGDARBREK
- Tá ið tú brúkar gr8pi.com, kunnu tínar gerðir verða loggaðar við tí endamáli at kunna skjalprógva tær.
- Um tú hevur illgruna um trygdarbrek, hevur tú skyldu at boða GPIPL frá við t-posti á [email protected].
9. DATUTØKI OG NÝTSLA
- Dátur eru ogn hjá dátuevni, og um dátuevni biður um at tess dátur verða heilt ella partvís strikaðar, skal tú eftirlíka eina slíka umbøn. Strikað dáta eru ikki longur tøk hjá hvørki tær ella dátureftirlits-fólkinum.
- Tá ið tú brúkar gr8pi.com – og tá ið tú brúkar úrslit uttanfyri gr8pi.com - mást tú eftirlíka galdandi lóggávu um dátuverju og vanligari lóggávu og í minsta lagi ásetingarnar í General Data Protection Regulation (GDPR) hjá EU. Tað er við øðrum orðum tín ábyrgd at verja, handfara, goyma og brúka úrslit samsvarandi. Tað merkir t.d., at eingi dáta við tilknýti til dátuevni kunnu verða latin triðjaparti, uttan so at dátuevni ella lóggáva hava góðkent tað.
- Tú mást undir ongum umstøðum brúka gr8pi.com til at skráseta ella goyma viðkvæmar upplýsingar, t.d. – men ikki avmarkað til – politiska ella kynsliga sannføring, ættarslag, lógarbrot o.s.fr.
10. VØRUMERKI, UPPHAVSRÆTTINDI, VØRULOYNIDÓMAR, TRÚNAÐIR O.A.
- Tú hevur ongan rætt til á nakran hátt at fjølrita ella eftirgera gr8pi.com, íroknað gr8pi.com, ella skipanir, produkt, tænastur, tilfar o.s.fr., sum kunnu lýsast við felagsheitinum upphavsrættligt tilfar. Heldur ikki kann dátueftirlitsfólkið ella tú loyva øðrum at gera tað. Vørumerki, upphavsrættir og vøruloynidómar, sum eru knýtt at GPIPL ella útvegaraskipanum, produkt og tænastur o.s.fr. eru, og vilja vera, eina- og einkarrættur hjá GPIPL ella veitarum. Tað er nágreiniliga staðfest, at eingi rættindi at brúka upphavsrætt ella handilsloynidómar hjá GPIPL ella veitara kunnu verða latin ella handað dátueftirlitsfólki ella tess brúkarum.
- Tú samtykkir, at einhvør informatión og vitan, sum er fingin til vegar í nýtsluni av gr8pi.com, á ongan hátt, beinleiðis ella óbeinleiðis, kann vera seld, givin burtur ella á nakran hátt verða brúkt til at stovna aðrar skipanir, onnur produkt ella aðrar tænastur, sum eru í kapping við gr9pi.com. Um henda áseting ikki verður eftirlíkað, kunnu dátueftirlitsfólkið og/ella tess brúkarar verða kravd eftir endurgjaldi frá GPIPL og triðjaparts lisensgevarum fyri allan skaða sum mátti komið av broti á hesi sáttmálaáseting.
- Tú skal ikki eggja til, verða atvold til ella loyva at pilka sundur, avmontera, spjaða ella gera nakra roynd at brúka ella avdúka keldukotuna hjá gr8pi.com; ella at óvirkja ella fara uttanum nakra trygdarskipan, sum hava samband við gr8pi.com. Tú skalt heldur ikki flyta, broyta ella skava útyvir nakra einkarrættfrámerking, sum GPIPL hevur sett í ella á gr8pi.com ella á tey úrslit, sum verða framleidd, ella nakað annað tilfar útvegað av GPIPL um gr8pi.com.
11**. SPURNINGAR ELLA STÚRAN**
- Um tú hevur viðmerkingar, spurningar ella stúrir fyri onkrum í samband við hesar viðskiftatreytir, verður tú vinarliga biðin at senda tín fyrispurning til [email protected].